Heilsuhjálpararnir vísa eisini stuðul

Heitir á Fíggjarmálaráðið um at koma aftur til samráðingarborðið

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur nú eisini meldað út, at felagið stuðlar Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Fyrr í dag boðaði Starvsmannafelagið frá, at felagið stuðlaði sjúkrarøktarfrøðingunum í lønarsamráðingunum, og nú hevur eisini Heilsuhjálparafelagið meldað seg upp í leikin.

– Heilsuhjálparafelag Føroya, skal hervið lýsa sín fulla stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, nú teir eru í verkfalli, í samband við lønarsamráðingar.

– Samstundis heitir Heilsuhjálparafelag Føroya á Fíggjarmálaráðið, um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina virðiliga  loysn á trætuni  ið er nøktandi fyri báðar partar, sigur Heilshjálparafelag Føroya í stuttum boðum.