Ása Olsen hevur eina breiða fyrisitingarliga útbúgving innan almenna fyrisiting, roknskap, leiðslu, lóg og sum heilsuhjálpari.
Hon hevur harafturat drúgvar leiðsluroyndir sum rakstrar- og fíggjarleiðari innan fakfelagsarbeiði, sum leiðari innan almenna fyrisiting og seinastu seks árini sum aðalskrivari í MEGD, har hon hevur havt dagligu umsitingina av felagnum um hendi, í tøttum samstarvi við starvsnevndina.
Í starvinum sum aðalskrivari í MEGD hevði hon millum annað ábyrgdina av at skriva skuggafrágreiðing til ST nevndina í 2014, og hevur felagið bygt ein stóran part av sínum arbeiði á tær niðurstøður, ið komu frá ST nevndini, sum fylgja av hesari frágreiðing.
Við sínum útbúgvingum og royndum hevur Ása Olsen stóran kunnleika til føroysku samfelagsskipanina og lógarverkið, somuleiðis hevur hon stóran kunnleika um arbeiðsøkið hjá heilsuhjálparum, umframt til heilsuútbúgvingina og lógarverkið innan útbúgvingina.
- Heilsuhjálparafelag Føroya er eitt stórt felag, og við øktum virksemi hetta seinasta ári, síggi eg hvussu alneyðugt tað er við einari professionellari fyrisiting, ið allarflestu fakfeløg hava. Tískil metti nevndin, at tíðin er komin, at flyta felagið enn longur fram á leið. Vit vilja sum fakfelag veita ta allarbestu limarøktina, okkara limum at gagni, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya