Heilsugott og vælsmakkandi

Tørvar tær íblástur til heilsugóðan mat og matgerð við ongum kjøti? Her eru nakrar av bestu uppskriftunum hjá vegetarunum, sum eru í blaðnum í dag

Kikkertnapostei

frá Manijeh

 

kikkertrar

vistfrøðiligur grønmetisbbótarmoli

sitrónsaft

kumman

vistfrøðilig olja

(nøgdirnar avgert tú sjálv/ur)

 

Soleiðis gert tú: Kikkertrar verða settar á blot og lat standa alla náttina . Kóka í knappan tíma – til tað er ordiliga bleytt. Blenda saman við einum sindri av kókisaftini saman við bótarmolanum. Smakka til við sitrónsaft, kumman og olju.

 

Nuttolenebúffar

frá Hans Martin

 

2 dósir av Nuttolene (jarðnøtufars frá Miklagarði)

200 gr. av valnøtum (ella mandlum)

3 dl av hveitikjarnum ella speltkjarnum

2 grønmetisbótarmolar

sólblómukjarnir

 

Soleiðis gert tú: Tendra ovnin á 200 stig, heitluft. Kóka hveiti- ella speltkjarnirnar, til tær eru bleytar. Lat nuttolenedósirnar upp í báðum endum, og trýst farsið úr. Blenda valnøtirnar fyrst grovt í køksmaskinuni, og blenda síðani nuttolenefarsið í. Upploys grønmetisbótarmolan í uml. 1 dl heitum vatni, og stoyt síðan í nuttoleneblandingina og blenda til deiggj. Stoyt vatnið frá teimum kókaðu kjarnunum úr, og rør kjarnirnar í deiggið. Smakka til við salti og pipari.Forma deiggið til miðalstórar búffar á einari plátu við bakipappíri. Stroy sólblómukjarnir oman á búffin, og baka í ovninum í 45 - 60 min.

GG. Búffarnir skulu vera bleytir innan

 

Afturvið:

Villrís blanding ella kókað epli. Tomatsós við leyki og basilikum. Nógv salat ella annað tær dámar.

 

 

 

Karrynudlur við tofu frá Joan og Janusi

 

Ein pk. av fullkornsnudlum (t.d. Santa Maria, fæst í Miklagarði)

eitt glas av tofu (fæst í Miklagarði og FK í miðbýnum)

4-5 flustar gularøtur

ein stóran leyk

umleið 150 gr. av soppum

eina piparfrukt

ein grønmetisbótarmola

karry og upploystur bótarmoli

soya

olja

Soleiðis gert tú: Sker tofu, leyk og gularøtur í puntar og hita í oljuni á pannu í einar 10-15 min. Hav hitan eitt sindur yvir miðal og vend nakrar ferðir, so tað ikki brennist. Sker soppar og piparfruktina í puntar, og hita teir eisini á pannuni. Kóka nudlurnar soleiðis, sum stendur á pakkanum, men við bótarmola. Blanda tær við restina av tilfarinum á pannuni, sum síðani verður kryddað við soyu, karry og bótarmolavatni frá nudlunum. Tað ber til at nýta næstan alt grønmetið einum lystir – eitt nú brokkoli í staðin fyri soppar.

 

Flatbønalapskós

frá Janu

 

250 gr. av grønum flatbønum (linsum)

3 dl av upploystum bótarmolum við grønmeti

200 gr. av leyki

600 gr. av gularótum

300 gr. av eplum

aroma soyasós

timian og laurberblað

 

Soleiðis gert tú: Flatbønirnar verða skolaðar og settar á blot í vatni í 6-8 tímar. Stoyt vatnið av og skola tær aftur. Kóka síðani í 3 dl vatni + grønmetisbótarmolar. Sker leyk, epli og helvtina av gularótunum í dálar og lat í grýtuna saman við krydd. Lat kóka í uml. 40 min., til eplini hava javnað rættin og smakka til við aroma. Rív restina av gularótunum og et tær afturvið.