Heilsugóður kostur minkar um pínulinnandi heilivág

At heilsugóður kostur kann geva tær vælveru og orku, er galdandi fyri øll menniskju. Hinvegin hevur góður kostur enn størri týdning, tá likamið er fongt við sjúku

Vilmund Jacobsen

Tann, sum smyr væl, koyrir væl. Tað siga súklarar. Góðu ráðini eru eisini galdandi fyri sjúklingar við liðagykt. Mangt bendir nevniliga á, at fiskaolja smyr liðirnar.
Kostur kann ikki erstatta heilivág fyri sjúklingar við liðagikt, men kost­ur og motion kunnu betra um lívs­dygdina.
– Heilsugóður kostur kann geva tær vælveru og orku til at gera tað, sum tú gjarna vil gera.
Tað sigur Henriette Thorseng, cand. Scient, sum er kostvegleiðari hjá danska Giktafelagnum.
– At kostur kann geva tær vælveru og orku, er galdandi fyri øll menniskju. Hinvegin hevur slíkt enn størri týdning, tá likamið er fongt við sjúku. Tað er nevniliga truplari at finna orku til eitt nú motion, um tú ikki etur heilsugóða og skiftandi føði.
Tað er einki kostískoyti, sum kann brúkast í staðin fyri heilivág, tá hesin er neyðugur, men gransking vísir, at fiskaolja minkar so nógv um eitt nú liðapínu, at til ber at minka um pínulinnandi heilivág.
– Kanningar visa, at omega 3-feitt­sýra bæði minkar um pínu og í aðrar mátar betrar um heilsustøðuna, sigur Henriette Thorseng.
Kelda: Helse.dk