Heilsugóðir íverksetarar vunnu

Tað er nú greitt, at tað bleiv íverksetarabólkurin, Amam Easy á Handilsskúlanum í Havn, sum vann kappingina Ungt Virki. Finalan varð í SMS í dag og dómararnir vóru samdir um, at tað var Amam Easy, sum átti tað besta hugskotið.

Í eitt ár hevur hesin íverksetarabólkurin arbeitt við hugskotinum, sum varð lagt fram í SMS í dag.

Teir fýra næmingarnir eru Aimi Helbo, Anna Maria Wraae, Elsa Mørkøre og Mourits Mikkelsen.

Og tað sum kveikti teirra hugskot var, at árið í ár er alment kostár og tey siga, at tey vildu eisini gera sítt fyri at varpa ljós á heilsugóðan mat.

Í hesum sambandi hava tey gjørt Amam Easy breyðskeraran, sum er ein trýstformur, ið kann skera breyð í ymsar stuttligar formar, sum fær tað at glíða lættari niður hjá børnum.

Samstundis hava tey eisini gjørt ein faldara við góð hugskotum til leskiligar og forvitnisligar matpakkar til børnini.

Í faldaranum eru 10 uppskriftir, sum tey hava gjørt í samráð við kostráðgevara