ES kommissjónin (DG SANTE) vil tryggja at føroyskar fiskavørur lúka heilsufrøðiligar treytir.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í dag hin 10. desember 2020 havt fund við DG SANTE, um komandi skoðan. Fundurin var ein nærri útgreining um, hvussu henda skoðan skal skipast og hvat tilfar teir ynskja at mótttaka frá HFS.
Vegna korona verður henda skoða framd yvir netið.
Føroyar hevur síðani 2001 havt eina veterineravtalunivið ES-kommissiónina. Avtalan tryggjar, at Føroyar hava sett í verk somu lóggávu, sum ES hevur á økinum, tá ræður um fisk og fiskaúrdráttir. Fiskur og fiskaúrdráttir hava frítt at fara í ES og tað merkir, at tað ikki er neyðugt við nakrari heilsuváttan, ið skal fylgja vøruni úr Føroyum.
Skoðan fer fram frá 7 januar til 29. januar 2021.
Fakta:
EU Directorate General for Heatlh and Food Safety (DG SANTE).
ES vitjaðinir hava áður verið í 2008, 2011 og 2015.











