Orsøkin til, at starvsstovan nú fær brúk fyri meira plássi, er, at stovnurin hevur fingið fleiri uppgávur latnar í hendi av landsstýrinum seinastu árini. Eisini er tørvurin av kanningum vaksin hesa tíðina. Í 1997 vórðu 20.000 kanningar gjørdar, meðan 32.000 kanningar vórðu gjørdar í 1999. Økta talið krevur sjálvandi betri umstøður.
Talan er um eftirlitsdeildina, sum skal flyta niðan í hølini hjá Svend Krosstein uppi á Hálsi, meðan kanningardeildin framvegis verður á Debesartrøð.
Enn er alt ikki komið uppá pláss viðvíkjandi leigusáttmálanum, og Fíggjarmálastýrið skal eisini góðkenna sáttmálan, áðrenn farið verður í gongd við at flyta.
- Arbeitt verður við at gera leigusáttmála um at leiga hølir til
eftirlitsdeildirnar. So skjótt leigusáttmálin er góðkendur av
Fíggjarmálastýrinum, verður arbeiðið við at gera nýggju hølini klár sett í verk, soleiðis at fólk kunnu flyta út úr starvsstovuhúsinum fyrst í komandi ári, sigur Bárður Enni.
Gamal trupulleiki
Bárður Enni vísir á, at tørvur hevur verið á betri hølisviðurskiftum í tvey ár bæði fyri kanningardeildina og eftirlitsdeildina. Arbeitt hevur tí verið við at fáa nýggj høli til vega, men tað hevur ikki eydnast fyrr enn nú.
- Ikki fyrr enn nú hava vit funnið eina hóskandi loysn, eftir at hava arbeitt við hesum í tvey ár, tí hetta er ein stór kabala, sum skal ganga upp.
Bárður Enni vísir annars á, at tey hava verið sera væl nøgd við verandi høli, men at har er vorðið ov trongt til alt virksemið, og um stovnurin skal klára at fylgja við, so er neyðugt við nýggjum hølum.
Eftir flytingina verða arbeiðsumstøðurnar betri, bæði fyri tey, sum arbeiða við eftirliti, men eisini fyri kanningarstovurnar. Hølini á Debesertrøð verða í næstum umbygd, so miðhæddin og loftshæddin bara verða nýttar til kanningarstovur.
Á fíggjarlógini fyri 2001 og 2002 er skotið upp at játtað 6,5 milliónir krónur um árið í 2 ár, tilsamans 13 milliónir krónur til hesa umbygging.
Arbeiðið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður tí í framtíðini býtt í tvey. Kanningardeildin verður í hølunum á Debesartrøð, meðan eftirlitsdeildin eftir øllum at døma flytir niðan á Falkaveg á Hálsi.
- Sum heild er tað kanska ikki ein fyrimunur, at virksemið verður býtt út á fleiri støð, men hinvegin ber tað til at skipa soleiðis fyri, at øll arbeiða á somu innanhýsis skipanum. Tað skal vera soleiðis, at tað ikki ger nakað, um stovnurin hevur fleiri adressir, men at tað kanska fer at vísa seg at vera ein fyrimunur. Ætlanin er, at stovnurin skal koyra á einum telduneti og á somu telefonskipan, sigur Bárður Enni.











