Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum, verður greitt frá, at Løgmansskrivstovan samskipar arbeiði við at fáa heilsufrøðiligu  avtaluna  við ES. Kate Sanderson er samráðingarleiðari fyri Føroyar. Soleiðis sum støðan er í løtuni, er tað Vinnumálastýrið, ið skal gera neyðuga lóggávuarbeiðið áðrenn 1. feb. 2001, tá  samstarvið millum Føroyar  og ES fær  gildið.
Frumskjalið varð undirskrivað av báðum pørtum í fjørð og kom í gildið 1. jan.  2000. Í frumskjalinum binda Føroyar seg  at halda  ES-reglur og  at hava  eftirlit við: djóraheilsu, matvørum og ílatingarevnum í matvørum
Endamálið við hesum er, at føroysk vinna í framtíðini skal kunna útflyta vørur uttan  at verða støðgað við markið inn í ES. Føroyar skal  tó ikki innføra allar ES ? reglugerðir nú t.d. skulu reglur fyri landbúnaðarvørur ikki setast í verk í Føroyum. Í fyrsta umfari verður tillagingin avmarkað til reglur viðvíkjandi fiski- og alivinnuni. Í samráðingunum í seinastu viku bant føroyska samráðingarnevndin seg til, at Føroyar skal hava neyðuga lógarverkið klárt 1.feb. 2001.  Áðrenn tað tíð skal málið fyri í tinginum.
Partur av ES
Á fiski- og  alivinnuøkinum eru Føroyar frá 1. feb. 2001 ein partur av ES og undirløgd allari ES- lóggávu á økinum í  framtíðini. Hetta  er galdandi fyri framleiðslu  av fiski, fóðri og øllum akvakultur vørum.
Afturfyri  at innføra ES lóggávuna verður støðan  at: marknaeftirlitið í ES fellur burtur og til ber at senda vørur beinleiðis til einhvønn móttakara í ES og heilsuváttanir fella burtur
Afturfyri skulu Føroyar syrgja fyri: Livandi dýr og vøra hava frítt at fara til Føroya (tað ber til grundað á vísindaligar kanningar at seta restriktiónir fyri hvat verður innflutt til Føroyar av ymiskum djórum). Vit ikki kunnu útflyta annað enn tað, sum er undirlagt ES-lóggávu. Stovnseta eina Marknaðeftirlitsstøð, sum er undirløgd FVO í Dublin ( 3. lands fiskur t.d. frystur russarafiskur skal gjøgnum Marknaeftirlitsstøðina, áðrenn hann verður virkaður í Føroyum. Fiskurin skal verða frá góðkendum skipum). Eftirlitsgjøld bæði í vanliga vørueftirlitinum og ísamband við innflutning frá 3. londum. 
Løggilding
Løggilding av uppboðssølum, frostgoymslum, ísvirkjumv.m.. Løggilding av fiskamjølsverksmiðjum: Sjúkuprogram í alifiski. Yvirvøku av heilivági í alifiski. Yvirvøku av giftevnum í skjeljum. Góðsku- og støddarflokking av feskum fiski, tá landað verður, sambært ES-reglum.
Fyri tað almenna Føroyar merkir tað at: íløgur mugu gerast í eina marknaeftirlitsstøð, íløgur mugu gerast í starvsstovuøki (fiskasjúkur, heilivágur o.a.), størri orka brúkast til løggilding og eftirlit og størri orka í sjúkufyribyrging og eftirlit, skrivar Vinnuhúsið.










