Føroyskir politikarar hava stungið út í korti at harmonisera føroysku matvørulógina til direktivir hjá Evropeiska Samveldinum. Alt gott um tað. Avtalur eru gjørdar og avtalur skula sjálvandi haldast og fylgjast upp.
Men hevur Vinnumálaráðið yvirhøvur givið sær gætur um hvørjar avleiðingar tað fær, at blaka umfatandi ES-krøv í føvningin á smáar matstovur ella matvirki?
Eg havi áður nevnt trupulleikan við at einki løggildað sláturvirki er í landinum og at føroysku handils-rullipyslurnar tískil eru framleiddar við rávøru úr suðuramerika ella nýsælandi.
Men tað eru eisini fólk á bygd og á útoyggjum, ið royna at skapa eina matstovu- og ferðamannavinnu, ið nú mugu geva skarvin yvir fyri teimum heilsufrøðiligu krøvum, ið teimum verða sett. Tað er rætt og slætt ikki rentabult at reka smávinnu í Føroyum eftir ES-leisti! Øll kunna ikki gera millióna-íløgu í ídnaðarkøkum og rustfríum stáli.
Veit vinnumálaráðharrin av, at hann er við at køva alla matstovuvinnu í landinum? Og við hesum eisini ferðamannavinnuna!
Eru vit ikki betur tænt við einari skipan í tekur fyrilit fyri føroysk viðuskifti?
Ferðast tú í Evropa, kanst tú allastaðni fara inn á fittar matstovur og eta fyrstfloks lokalan mat. Hetta ber ikki til í Føroyum! Her skalt tú verða bjóðaður heim privat hjá fólki.
Sjálvsagt eiga vit at hava mattrygdina í hásæti. Men trupulleikin á hesum økinum kemur oftani uttaneftir frá innfluttum vørum úr londum við ídnaðar-landbúnaði.
Karmarnir at reka matstovu og matframleiðslu í Føroyum eiga at umhugsast betur, soleiðis at vit sjálvi og vitjandi kunna njóta okkara egna mat. Eisini, tá ið vit eta úti og eru til handils.