Heilsufótbóltur á ovastevnu

Á ovastevnu verður skipað fyri fótbóltskapping millum heilsufótbóltsliðini í kommununi

 

Ovastevna verður hildin í Nólsoy um vikuskiftið. Eitt av tiltøkunum er fótbóltskapping millum heilsufótbóltsliðini í kommununi.

 

Kappingin er skipað soleiðis, at liðini eru býtt í tveir bólkar. Byrjað verður leygardagin15. august kl. 10.15 og endar við finalu kl. 14.30

 

Dystirnir verða leiktir á snotuliga graslíkisvøllinum ið liggur á lægsta punktinum í Nólsoy, mitt í bygdini.

 

Liðini, ið eru meldað til kappingina, eru B36, FC Trón Pink, FC Trón Grá, AB, HB og Nólsoy.