Forrætturin er fitness, fruktskipan og grøn kantina. Høvuðsrætturin er mikudagsmassaga og firmaflogbóltur. Og omaná fáa vit eitt árligt heilsueftirlit við heilsuprofili frá lækna og so eina influenzakoppseting í november.
Ein klókur maður segði: Um arbeiði er so sunt, so gev tað til tey sjúku. Men tað var bara tvætl, og ikki álvarsmál sum hetta, at danskir arbeiðsgevarar eru komnir enn eitt stórt fet nærri privatlívinum hjá starvsfólkunum. Hetta var, tá Heilsustýrið um ársskiftið sendi út faldaran: ”Sundhed og trivsel på arbejdspladsen – Inspiration til systematisk og strategisk arbejde med sundhedsfremme i virksomheden.”
Her verður stungin út í kortið kós, sum skal gera starvsfólk sunnari av at fara til arbeiðis, enn tey høvdu verið, um tey ikki fóru til arbeiðis. Og tí skulu arbeiðsplássini arbeiða við fimm heilsuparametrum, sum verða stytt KRAMS: kostur, royking, alkohol, motión og stress.
Alt nærri privatlívinum
Í faldaranum verður grundgivið við, at modernaða samfelagið er so ósunt við lítlari rørslu og lættari atgongd til nógvan, feitan mat. Saman við alkohol- og tubaks(mis)nýtslu elvir hetta til ein ósunnan lívsstíl og sjúkur, sum minka um lívsdygdina – og ikki minst: produktivitetin hjá starvsfólkunum.
Tí mælir heilsustýrið arbeiðsplássunum til at taka størri ábyrgd fyri heilsuni hjá starvsfólkunum – eisini í arbeiðstíð. Ikki bert sum higartil við fyribyrgjandi tiltøkum innan trygd og umhvørvi, men eisini við at bjóða beinleiðis tilboð, sum skulu fremja góða heilsu og betri trivnað.
Millum annað verður mælt til at bjóða starvsfólkum eitt árligt heilsueftirlit, har tey fáa innlit í aktuellu heilsustøðuna, so til ber at lofta møguligum trupulleikum í góðari tíð.