Heilsudagur fyri alla familjuna

Sørvágur: Sunnudagin skipar Sørvágs kommuna fyri einum heilsutiltaki, sum er fyri allar borgarar í kommununi ? og onnur áhugað.

Endamálið við tiltakinum er at fáa fólk at hugsa um heilsuna og at fáa tey at røra beinini eina løtu ella báðar tvær.
Byrjaði verður kl. 15 við SÍ-húsið, har upphiting verður og borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen fer at siga nøkur orð. Síðani fáa fólk høvið at ganga tríggjar ymiskar rutur.
Tann stytsta rutan ? uppá 3 km. ? er løgd runt í bygdini, og verður her serliga hugsað um tey eldru og børnini. Hinar báðar ruturnar eru ávikavist 5 og 7,5 km. og eru báðar eftir Bíggjarvegnum ? tann styttra út í Breiðá og tann longra oman í bygdina í Bø.
Tá fólkið er afturkomið til SÍ-húsið um 16:30-tíðina verður frukt og vatn at fáa. Við hetta høvið fáa eisini allir luttakararnir handað eitt heiðursprógv fyri luttøkuna. Við tiltakið er somuleiðis møguleiki at fáa mált blóðtrýstið, bæði áðrenn og aftaná gongutúrin.
Hetta er fyrstu ferð at Trivnaðarnevndin í Sørvágs kommunu skipar fyri slíkum tiltaki. Óhugsandi er kortini ikki, at hetta verður gjørt aftur tey komandi árini.