Heilsumálaráðið hevur lýst 2009 at verða alment rørsluár, og í hesum sambandi skipar Runavíkar kommuna fyri eini heilsucafé á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi leygardagin 23. mai 2009 kl. 14.
Tiltakið byrjar kl. 14 við at Sæunn Ólavsdóttir Hansen, varaborgarstjóri, bjóðar vælkomin.
Eftir tað greiðir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, frá um Rørsluárið 2009.
Síðan hevur Tordur Niclasen, fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, ein fyrilestur um týdningin av rørslu hjá yngri og eldri.
Heilsucafé verður kl. 15 og kl. 15.45 verður gongutúrur eftir nýggju gøtuni niðan Toftavatn.
Nes- og Runavíkar kommunur luttaka í verkætlanini við arbeiðnum at varðveita serstøku náttúruna við Toftavatn.
Ætlanin við tiltakinum er at fáa fólk meira tilvitað um týdningin av rørslu. Høvi verður at hoyra, hvussu vit fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássinum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðini annars. Vit vita, hvussu umráðandi tað er fyri likam og sál at røra seg. Ikki minst at fara út í okkara vøkru náttúru. Hetta er sinnisríkandi í øllum veðri.
Hugtakið “MARK”, sum stendur fyri Motión, Alkohol, Royking og Kostur hevur ein greiðan boðskap. Tað snýr seg um, hvussu vit øll vanda okkum um heilsuna og sostatt fáa eitt betri lív.
Tað snýr seg um at røra seg. Rørsla skal verða ein náttúrligur partur av gerandisdegnum.
Fyrilestrarnir vera í Samkomuhøllini og Heilsucaféin í Matarsalinum.









