Í dag ber til at fara á Klaksvíkar Sjúkrahús og gera ymiskar mátingar og royndir. Sjúkrahúsið hevur Heilsucafé í sambandi við Torradagarnar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum í tveir dagar afturat, er Aksel V. Johannesen, skal seta heilsucaféina.
Niklas Heri Jákupsson fer at tosa um strongd og lívsgleði.
Fólk kunnu máta blóðtrýstið, blóðsukrið, gera konditiónsroynd og máta BMI.
Heilsucaféin hevur opið frá kl. 14 til 18.










