Hans Biskopstø
Valevni hjá Fólkaflokkinum
Frá aldagamlari tíð vita menn um, at tey mineralir, sum finnast í sjógvi, eru lekjandi.
Fyrr var eisini vanligt at nýta sjógv í heimaráðum til at lekja sjúkur av ymiskum slagi, so sum giktsjúkur, húðsjúkur o.a.
Gomlu rómverjarnir brúktu ? og Miðalhavslondini brúka tann dag í dag ? baðstovu við heitum sjógvi til at bøta um heilsuna.
At økið inni á Sundi er áhugavert, kemst av, at har liggur motorverkið hjá S.E.V. Og um tað tekniskt og økonomiskt letur seg gera at nýta spill- ella avlopshitan frá verkinum til upphiting av baði við heitum streymasjógvi og gosbaði, so eru karmar skaptir fyri eini heilsubótarmiðstøð, sum antin kann leggjast inni á Sundi ella beint hinumegin fjørðin á Kald-bakslandinum.
Hetta er eitt stórmál, sum hugskotsstillarar og MBF arbeiða víðari við.
Býráðið og S.E.V. halda málið vera áhugavert og stuðla, at fram-haldandi kanningar verða gjørdar. Her er talan um skilagóða nýtslu av spillorku til heilsubøtandi endamál.
Fólkaflokkurin stuðlar hesum tiltaki.