Heilsuavgjaldið

   

Seinastu dagarnar hava fleiri viðmerkingar verið í fjølmiðlunum um tað sonevnda heilsuavgjaldið. Tey flestu skíra avgjaldið at vera eina inntøkukeldu til komandi fíggjarlóg og sostatt ikki grundað á fyribyrging. Sum landsstýrismaður í heilsumálum havi eg verið við til at skotið upp hetta avgjald, ikki fyri at fáa meiri pening í landskassan, men við heilsuni hjá serliga børnunum og ungdóminum fyri eyga.

Vælferðarsjúkur økjast
Tað er tíverri ein sannroynd, at tær sokallaðu vælferðarsjúkurnar økjast. Tilburðir av sjúkum, sum kunnu vera orsakaðar av eitt nú ov nógvum góðgæti, sodavatni, feitum kosti og ov lítlari rørslu eykast støðugt. Ávaringarnar og varskóini frá læknum, heilsufrøðingum, skúlaleiðarum, dagrøktarum o.ø. kunnu ikki misfatast, og kann myndugleikin ikki bara stilla seg við liðina á øðrum áskoðarum og øtast.
Nógv er skrivað um sjúkuvandarnar við ósunn-um matvanum saman við ov lítlari rørslu. Tað eru serliga sjúkur sum diabetes typa 2 og hjarta- og æðrasjúkur, ið økjast í hesum sambandi. Professarin og yvirlæknin Sten Madsbad skrivar í grein um fyribyrging av diabetes typu 2, at ein kanning av 84.941 kvinnum staðfestir, at 5 høvuðsorsøkir eru til heili 91% av øllum typu 2 diabetes. Hesar eru:
?yvirvekt
?vantandi rørsla (minst 30
min. um dagin)
?kostur (lítið fipuríhav og
ómettað fitievni og nógv
mettað fitiíhav)
?royking
?alkohol

Hann sigur víðari, at sum heild eru hesi 5 økini eisini høvuðsorsøkir til flestu hjarta- og æðrasjúkur.

Tennirnar
Eisini tannlæknarnir vísa á skeivu gongdina. Føroya Tannlæknafelag hevur latið gjørt eina frágreiðing um tannheilsuna hjá føroyskum børnum og ungum í aldrinum 0-16 ár í tíðarskeiðnum 1991-2001. Her eru nøkur brot úr frágreiðingini:
Í tíðarskeiðnum 1991-1996 fór størsta broytingin til tað betra innan tannheilsuna fram. Hesi árini var kreppa í føroyska samfelagnum og umstøðurnar hjá barnafamiljum gjørdust peningaliga trongar.
Hugsast kann, at vánaliga keypiorkan gjørdi, at ovurnýtslan av góðgæti minkaði samsvarandi.
Nú tíðirnar aftur eru góðar í Føroyum, er stígur komin í og tannheilsan batnar ikki eins skjótt og í kreppuáriunum.
Skal úrslitið gerast enn betur, krevst ein hugburðsbroyting, bæði samfelagsliga og politiskt til kost og heilsu sum heild

Heilsufremjandi tiltøk
Tað er lættast og laðaligast at lata eyguni aftur fyri hesum veruleikum og lata heilsuna rekast fyri váð og vind í líkasælari frøi inntil tað er ov seint. Men sum heilsumyndugleiki er tað mín uppgáva at seta tiltøk í verk, sum kunnu vera við til at betra um heilsustøðuna hjá øllum borgarum í hesum landi, ikki minst hjá børnunum og ungdóminum. Heilsuavgjaldið kann vera ein vegur at ganga, men einsamalt hevur tað helst avmarkaða ávirkan. Sjálvandi eiga heilsufremjandi tiltøk samstundis at setast í verk, og er tað júst hetta, familju- og heilsumálaráðið hevur nýtt nógva orku til. Tiltøkini verða framd í tøttum samráði við fyribyrgingarráðið, og í hesum døgum verða bólkar settir undir fyribyrgingarráðnum til at gera kanningar og koma við uppskotum um heilsufremjandi tiltøk. Eitt samstarv er sett í gongd við mentamálaráðið um støðuna í skúlunum kring landið, og vænti eg mær nógv av hesum samstarvi. Eisini hava fundir verið við bryggjaríini um, hvørjir møguleikar eru fyri at framleiða aðrar heilsubetri drykkir, vónandi kann okkurt spyrjast burturúr tí arbeiðinum. Umframt omanfyrinevndu tiltøk eru onnur í umbúna.

Stýring av privatnýtslu
Fremsti búskaparfrøðingur landsins hevur víst á, at tað er óheppið at stýra við slíkum avgjøldum. Hesum eri eg ikki samdur við honum í. Tað er júst uppgávan hjá landsstýrinum at stýra, og eitt amboð er avgjøld. Ein grundgeving er, at vit ikki eiga at leggja okkum út í, hvussu fólk brúkar sín pening. Tað gera vit heldur ikki, tí tað verður framvegis loyvt at keypa sodavatn og góðgæti, um nakar skuldi ivast. At hesar vørur gerast eitt sindur dýrari, merkir ikki, at tær ikki kunnu keypast, men júst avgjald á hesar vørur kann ikki vera nøkur vanlukka, tí hetta er ikki neyðsynjarvørur. Ongin fer illa av ikki at drekka sodavatn ella eta góðgæti. Hinvegin kann tað fáa nøkur at hugsa seg eitt sindur betri um og møguliga leiða tey til at keypa aðrar vørur, sum eru betri fyri heilsuna.

Framtíðin
Tey allarflestu eru samd um, at nakað má gerast við støðuna. Nýtslan av góðgæti og sodavatni er økt sera nógv seinastu árini, og vit kenna als ikki enn til fulnar veruligu avleiðingarnar av hesum. Men tá vit um nøkur ár standa við heilsuligu avleiðingunum, sum fakfólkini ávara um, er longu ov seint at broyta gongdina. Eg meti ikki, at eitt einasta foreldur í landi okkara ynskir barni sínum eina framtíð við heilsutrupulleikum orsakað av skeivum matvanum í barnaárunum. Tíverri hava vit vaksnu lyndi at gerast líkasæl og halda, at júst okkara børn ikki verður rakt av tílíkari sjúku. Og tá so trupulleikin brádliga er vorðin veruleiki, kann vera ov seint at broyta vanarnar.
Tí er heilsuavgjaldið ein liður í einum størri átaki til frama fyri fólkaheilsuna. Heilsuavgjaldið einsamalt ger ikki allan munin, men saman við miðvísum heilsufremjandi átøkum og eini fólkaheilsuætlan fyri Føroyar er vónin, at fólkaheilsan støðugt batnar.