Heilsuætlanin hjá Obama mist meirilutan

Republikanararnir vunnu senatsvalið í statinum Massachusetts í gjár, og tað ger, at Barack Obama, forseti, má leita sær stuðul frá republikanarunum fyri at fáa meiriluta fyri teirri nýggju lóggávuni á heilsuøkinum.

Tann nýggi senatorurin í Massachusetts, Scott Brown, hevur gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við heilsulógini hjá forsetanum. Sostatt hava demokratarnir mist ta avgerandi atkvøðuna í Senatinum.

Senatsvalið í Massachusetts er ein avleiðing av, at tann demokratiski senatorurin Edward Kennedy doyði í fjør. Hann hevði tá umboðað statin í Senatinum í samfull 46 ár.