Frá mikudegnum komandi fer Bragdið at skipa fyri heilsurenning. Hendan verður hvønn mikudag klokkan 19, og verður byrjað á parkeringsøkinum við Hotel Føroyar. Tað er eingin treyt í sjálvum sær, at runnið verður allan vegin, so talan er eisini um tiltak til teirra, sum bara vilja hava ein góðan gongutúr. Hóast tað er felagið Bragdið, sum skipar fyri tiltakinum, so verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin.