Heilsanir úr øllum heiminum

Í sambandi við at Krúnprinsessa Mary hevur átt ein son, eru heilsanir úr øllum heiminum komnar til danska kongshúsið, millum annað hevur John Howard forsætismálaráðharri í Avstralia sent eina barnabók, og eina sjónvarpsheilsan til prinsin og foreldrinini.

Eisini úr Føroyum eru heilsanir komnar. Løgmaður hevur sent krúnprinsahjúnunum og kongshúsinum heilsan, har hann vegnað landstýrið og alt Føroya fólk, ynskir Krúnprinsahjúnunum hjartaliga tillukku við soninum.
Grønlenski lanstýrisformaðurin Hans Enoksen, hevur vegna grønlendska landstýrið sent eina heilsan Landstýrisformaðurin sigur, at lanstýrið gleðist um boðini, at ein nýggjur trúnarvingur er føddur, og at móður og barn hava tað gott.
Eisini danski statsministarin Anders Fogh var kvikur við eini heilsan, har hann vegna danska fólkið ynskti teimum tillukku.
Í tí sokallaða Det gule Palæ við Amalienborg ber til at bera gávir til nýfødda prinsin. Sambært Ekstra Bladet hevur prinsurin leygardagin og sunnudagin fingið 400 gávur, og fleiri hundra brøv og blómutyssi. Í nógvu pakkunum, er alt ímillum himmal og jørð, alt frá barnabókum og bamsum til ein barnavogn og leikur.