Heilsan til Vilmund Niclasen á 70 ára degnum

13. september fyllir ein kendur sørvingur 70 ár.
Hetta er ein sørvingur sum á mangan hátt skarðar fram­úr. Ein, ið ongantíð hev­ur gjørt “haltari hønu” mein. Ein, ið ongantíð hevur gjørt mun á fólki.Ein,ið ongantíð hevur spilt nakran út. Ein, ið ongantíð hevur sett seg sjálv­an høgt – elle brúkt al­­bogarnar fyri at koma fram. Ein, ið ongantíð hevur tráa eftir, at koma “hátt í hesi verð”. Ein, ið ongantíð hevur luttikið í “dansinum um gullkálvin”. Ein hvørs lív er og hevur verið merkt av nøgdsemi...Ja, soleiðis kundi eg hildið á at lýst hendan merkismann, sum nú rundar tey sjeyti.
Vilmund fór sum smá­drongur til Danmarkar á stovn. Møguleikarnir fyri stuðli vóru ikki teir somu sum í dag.
Hann kom heimaftur sum 16 ára gamal og búsettist í heimbygdni.
Vilmund hevur altíð verið eitt arbeiðsgrev – og mong eru tey sum fingu hjálpandi hond hansara at kenna.
Serliga var tað teim gomlu og teim, ið ikki megnaðu sjálvi, hann royndist sera hjálp­samur. Velti, slerdi og rudd­aði. Mangan kjallara í Sør­vági man hann hava rudd­að! Um veturin hjálpti hann fólki at grava kava.
Har sum Vilmund hevði verið, var ikki neyðugt at koma afturum aftur. Alt ar­beiðið var væl úr hondum greitt. Lønin var nokk ikki altíð samsvarðandi verkið – og tímarnar, ið nýttir vóru.
Hann kravdi ongantíð nakað – var takksamur fyri tað hann fekk, Tað sum gleddi hann mest var at síggja fullført verk og tað at hava verið onkrum til hjálpar!
Innløgumaður sum fáur. Minnist hvussu hann árla á morgni fór út á keiðina at fiska og kom mangan aftur til húsa við stórum fongi, sum hann so kruvdi og fekk til høldar.
Vilmund er sera húsligur og mangan hava vit notið gott av hansara hjálpsemi, tá hann onkran seinrapartin plagdi at “ansa eftir húsinum”. Alt skein, tá vit komu aftur.
Tá børn okkara vóru smá plagdi hann at spæla við tey og tað dámdi teim sera væl. Hann var góður við børnini..
Honum hevur altíð dáma væl at sungið og haft eina sera góða rødd. Minnist hvussu vit mangan plagdu at standa uttanfyri hurðina hjá honum og lurta meðan hann sang ein fyri og annan eftir.
Sera gott minni, sum eisi­ni er komið til sjóndar í hesum, at tá hann einaferð hevði møtt einum persóni og fingið navn hansara at vita, so mintist hann – sjálvt um mong ár gingu, til hann møtti hesum persóni aftur.
Vilmund hevur eina­stand­andi eginleikar, at síggja tað skemtuliga við og í tilveruni. Hann er sjálvironiskur og er heldur ikki smæðin fyri, at fáa skemt burturúr øðrum – uppá ein sera “fittan” og hugna­ligan hátt. Hann setur fólk í samband við sangir og utt­an alment at avdúkað nakrar persónar, so kann Vil­mund enn í dag siga hvørjir persónarnir eru, tá eg nevni ymiskar sangir fyri honum.
Vilmund hevur skalda­gáv­ur og mangan hevur tað verið hugtakandi og skemtiligt, tá hann hevur yrkt uppá rím.
Mong munnu kenna Vil­mund í samband við listar­ligu gávur hansara frá teirri tíð, tá hann var sera virkin at gera tjøldur og selja tey.
Tað eg kann minnast, hevur Vilmund altíð dáma væl at gingið í kirkju – hann elskaði sálmasangin – og ger tað framvegis.
Vilmund hevur tann egin­leika, at vera tann hann er - líkamikið hvørjum hann er saman við og hvar hann annars er staddur. Einki pá­tikið!
At hava haft hann sum beiggja hevur ríkað mítt lív.
Vilmund hevur í mong ár búð á Mýrini 6 í Hoyvik, har hann er glaður fyri at vera og hevur tað gott og er lívgaður av teirri umsorgan starvsfólkið veitir honum. Um dagarnar starvast hann á Verkstaðnum Vón, har hann eisini trívist sera væl og gleð­ir seg at fara til arbeiðis.
Nakað sum hann eisini serliga gleðist um, eru sunnu­dags biltúrurin við trúfasta vin­manni sínum Finni í Punta­byrgi. Hesin túrur er hæddar­punktið í vikuni!
Í “Barnarímum” hjá Hans Andr. Djurhuusi” er ein sang­ur, sum sigur so nógv, um tilveru teirra livandi, teirrra hvørs lutur var líkur “Dáanum” og teirra, sum hildu seg hava betri rætt enn Dáin, bæði til lívið sjálvt og at fáa lut í lívsins ágóðum: Eftir at Dáin hevur kent ágang og skuldsettur fyri bæði líkt og ólíkt, av teim “standandi øks”, so verður sagt um Dáan:

Men dáin stendur í iva
Og hann hevur ymsan lit:
Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit!

Tá verða tey øks at tagna
Tí tað segði Dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað
Og hvør eigur lívsins rætt!

Vilmund góði. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við deg­num og at Jesus skal styrkja teg á leiðini fram­yvir.
-----
Tordur við familju