Heilsan til Signar og Hagbard Dalfoss

Í dag, fríggjadagin 30. juni 2006, fyllir Signar Dalfoss í Havn 60 ár, og 12. november í fjør fylti eldri bróðurin, Hagbard Dalfoss, 70 ár.

Hóast Signar og Hagbard hava búð meginpartin av lívi sínum í Havn og verða roknaðir sum havnarmenn, eru teir suðuroyingar. Foreldrini vóru Jensia og Alexander Dalfoss, hon av Sevmýri á Tvøroyri, og hann úr Froðba. Familjan búði í Froðba til 1951, tá tey fluttu til Havnar at búgva.
 
Umframt at teir eru brøður, hava Signar og Hagbard eisini tað til felags, at teir báðir arbeiddu hjá postverkinum meginpartin av lívi sínum, Signar arbeiddi í 36 ár og Hagbard í 49 ár. Hagbard gavst í 2000, og Signar gavst fyrr í ár. Í dag hava teir eisini tað til felags, at teir eru grannar og búgva báðir í Berjabrekku.
 
Signar er upprunaliga útbúgvin timburmaður, hann lærdi hjá byggifelagnum Lamhauge Waagstein. Hann fekk starv á posthúsinum 16. juli 1970 og byrjaði við at ganga við posti. Seinni arbeiddi hann í sorteringini og í virðisbúrinum. Tey síðstu árini arbeiddi hann á KT-deildini, sum er heldur sjaldsamt fyri fólk í hansara aldri. Orsøkin man helst vera, at tað liggur sera væl fyri hjá honum at arbeiða við teldum. Hann hevur eisini stóran áhuga í ættargransking og liggur inni við einum stórum databanka við upplýsingum um fólk og familjur.  
 
Signar er giftur Kirsten, f. Joensen, dóttir Edle og Hergeir Joensen, hon úr Frederikshavn og hann  úr Hesti. Hergeir var í nógv ár maskinmeistari á Loranstøðini í Vági, so Kirsten er fødd og uppvaksin í Vági. Signar og Kirsten eiga børnini Poul og Heidi, ið bæði búgva í Danmark.       
                      
Hagbard flutti til Havnar eitt ár áðrenn hini í familjuni og arbeiddi sum telegrafboð, áðrenn hann byrjaði á posthúsinum 1. juni 1951, har hann hevði ymisk størv, hann  gekk við posti og koyrdi seinni pakkabilin. Seinnu nógvu árini arbeiddi hann í sorteringini. Tá hann gavst á poshúsinum eftir næstan 50 ár í starvi, hevði hann arbeitt undir 5 ymiskum postmeistarum. Í síni frítíð og eftir at hann er givin á posthúsinum er Hagbard er nógv í Saksun, har familjan hevur eini summarhús.  
 
Hagbard er giftur Sonju, f. Simonsen, úr Saksun, dóttir Oluffu og Petur Henzar Simonsen, hon úr Saksun og hann úr Sandavági. Oda og Hagbard eiga børnini: Odu, sum býr í Kollafirði, Alexandur sum býr í Havn, og Ann, sum býr í Ljósáum.
 
Signar og Hagbard áttu eisini ein eldri bróður, Martin Leo, vanliga nevndur Marlo, sum búði í Keypmannahavn, hann andaðist i 2001, og eina systir, Johanna, sum býr á Amager.
    
Signar og Hagbard vóru góðir sum starvsfelagar á posthusinum, góðir at samstarva við, duga væl at skemta og eru sera hittinorðaðir. Signar hevur t.d. sagt, at hann varð tvangsfluttur til Havnar. Tí tá hann sum smádrongur kom til Hvanar at búgva, sovnaði hann á Tvøroyri, og visti einki til sín fyrr enn hann var í Havn.
 
Vit á posthúsinum ynskja okkara fyrrverandi starvsfeløgum tillukku við føðingardøgunum og alt tað besta í framtíðini.
 
Fyrrverandi starvsfelagar