Heilsan til ommu og langommu Anna Louisa Jacobsen á 93 ára degnum

Sita her við vindeygað,
eg og omma har inni,
eg skrivi hon bindur
hóast høgur er aldurin
minnið onki bilar.
Útslitnar hendur so mangt
eitt plaggið er farið ígjøgnum.
Fólk at síggja í bønum
eftir vegnum aftur og fram
børnini spæla, hurðin gongur
hvør er her ?
Gangi eftir sandinum, síggi
eitt gásapar við ungum,
eitt síl leypa upp úr sjónum,
heilsi uppá tey ið fara framvið
»Hey, ert tú her í dag«,
ja enn eina ferð lá leiðin
inn í Botnin.

Hjartaliga tillukku ynskja
-------
Elisabeth og Joanida