Heilsan til Ólav Hátún

    

Poul Michelsen
??????????????

Loyvdi mær herfyri at gera nakrar viðmerkingar um føroyskan fótbólt og um Gundadal. Greinin sigur rímuliga væl frá tí sum eg havi at siga um hetta mál, og havi tí - sum so - onki at leggja aftrat.
Ólavur hevur meira enn nakar annar brúkt hvørt høvi til at gera vart við sína ónøgd við tað, sum vit gera á Tórsvølli. Sjálvsagt hevur Ólavur rætt til at hava eina aðra raðfesting av hvat føroyskur fótbóltur eigur at fáa í føroyskum ítróttarhøpi.
Í so máta er onki nýtt í greinini hjá Ólavi - munurin er tó hesaferð, at greinin er so ógvusliga orða, at orsøk er til at halda, at argumentir ikki longur røkka.
Greinin er skeiv fyri ein stóran part og leggur mær nakað í munnin, sum eg als ikki havi sagt ella meini.
Greinin, sum eg skrivaði í seinastu viku havi eg fingið nógvar positivar reaktiónir uppá. Hon var væl meint og eftir øllum at døma væl móttikin.
At Ólavur ikki er so fegin um greinina, havi eg noterað mær, men vit kunnu ikki vera samd øll. Tí hesar viðmerkingar:
"At eg kom inn í projektið sum ein annar geykaungi og tveiti allar býarlistamenninar, sum høvdu lagt sál og orku í málið, burtur úr reiðrinum??" sigur Ólavur
Til hetta er at siga, at tá íløgurnar til byggibúgving, spreinging og laging var eg sjálvur býráðsformaður og kendi rættuliga væl grundarlagi undir ætlanini, og var tí á ongan hátt í fremmandum umhvørvi. Vit vóru fleiri, sum bendu málið inn á rætt, og ikki bert eg og ein listinlærdur lógarkønur - sum Ólavur so fittur skrivar.
"At eg sjálvandi eri greiður yvir, hvønn veg tað ber, og tað er væl eisini tí, at eg á a la Brixtofte leggur á tann ógvin, at nú skal skapast hotell-, banka- og søluvirksemi á okkara einaferð so lovandi frítíðar- og ítróttarøki í Gundadali??.. sigur Ólavur
Til hetta er at siga, at á heimasíðini hjá Tórsvølli www.torsvollur.fo ber til at síggja eina skitsuætlan, sum vísir hvat virksemi kann sampakka við eitt framtíðar alheims fótbóltsstadion.
Ólavur eigur at gera sær greitt, at júst hetta sama virksemi var í projektinum hjá "býarlistamonnunum" hjá honum. Hetta ivaleyst av somu orsøk sum hjá okkum. Nevnliga ein royna at endurvinna tær íløgur í konstruktión, gólv- og vegg fermetrar og fundamentir, sum eitthvørt stadion krevur.
"At eg við at beina fyri tí góðu ætlanini leggið upp til klandur og illstøðu í staðin fyri at semju og samanhald um hetta góða mál ?.. sigur Ólavur
Til hetta er at siga, at Ólavur og eg hava hvør sína fatan av hvat er rætt at gera í Gundadali. Ólavur er ivaleyst av teirri fatan, at bert HANN fær sín vilja - eitt stadion við rennibreyt, hotelli, banka- og søluvirksemi - so var onki stríð - so vór øll glað.
Hetta er at undirmeta tey nógvu, sum hava somu áskoðan sum vit nevnliga :

- at tað er rætta raðfestingin at byggja ein alheims fótbóltsvøll í Gundadali.

-at tað er rætta mótvegis heildarnýtsluni av Gundadali.

- at tað er ikki er rætt at tvinna eitt fótbóltsstadion og eitt stadion til frælsan ítrótt saman.

-at tað rætt at frælsur ítróttur fær sítt egna øki.

-at talan ikki er um eina privata ætlan hjá mær og um eina harmusøgu, men um eina verkætlan, sum er teknað av serkønum fólki, og sum eisini kemur at geva Gundadali og Tórshavnar Býið sóma.