Heilsan til landsmenn mínar

Jólini eru hátíð ljóssins og barnanna. Tá gerast øll fólk gávumild og geva hvørt øðrum gávur.

Men EIN er gávan, ið ber av øllum, tað er gávan sum Gud gav okkum, tá ið Hann gav okkum Jesusbarnið, frelsaran, ið varð føddur í eini krubbu, tí at hann ikki fekk innivist í gistihúsinum í Betlehem.

Eftir at Jesus varð føddur, royndu menn beinanvegin at drepa hann. Heródes kongur gjørdist illur, tá ið vísmennirnir fóru ein annan veg heimaftur úr Betlehem. Heródes hevði biðið vísmenninar koma til Jerusalem at siga sær hvar Jesusbarnið var, fyri at Heródes kundi drepa hann. Hetta var jú ein kongssonur, ið var borin í heim, og Heródes metti sostatt, at hann ein dag fór at taka kongadømi frá sær. Tí gjørdist hann øvundsjúkur inn á kongasonin, ið føddur var.

Í vreiði síni yvir at vísmenninir høvdu svikið hann, við ikki at siga honum frá hvar Jesusbarnið var, drap hann øll dreingjabørn í Betlehem og har á leið, sum vóru 2 ár og yngri, fyri at vera vissur um, at barnið, ið skuldi frelsa heimin, var millum tey deyðu.

Men Gud sendi ein eingil til Jósef og segði við hann:

”Tak Mariu og Jesusbarnið við tær og flýggja til Egyptalands og verð har. So skal eg siga tær frá, tá ið teir eru deyðir, sum ætla at drepa barnið.”

Jesus elskar okkum við einum ævigum kærleika, og tí varð hann føddur.

Tá ið Hann gjørdist vaksin, segði Hann:

”Eg eri ljós heimsins og salt jarðarinnar – ljósið skínur í myrkrinum, men myrkrið skilti tað ikki.”

Við hesum seinastu orðunum meinti Jesus, at fólk ikki skiltu Guds vilja.

Jesus vil ikki at nakar syndari doyr, men at øll skulu venda við til Hansara, fyri tey skulu hava ævigt lív.

Veist tú, vinur mín, at tú ert elskaður av Gudi? Hann hevur umsorgan fyri tær og tekur sær av tínum trupulleikum? Kalla á Hann og Hann skal svara tær.

Legg lív títt í hendur Guds, tá ert tú tryggur, og tá fært tú tann frið, sum menniskju ikki skilja – frið, sjálvt í øllum ganginum og ófriðinum í hesum heimi.

Miss ikki mótið, tí Jesus elskar teg, vinur mín.

Við hesum vil eg ynskja øllum landsmonnum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár við tøkk.