Góði pappa
Okur børn vilja hervið senda tær eina føðingardagsheilsan, nú tú verður 60 ár 7. november.
Tú var ungur, akkurát blivin 14 ár, tá ið tú fór til sjós, so til Íslands at arbeiða í Ólavsvík. Komin heim til Tvøroyri, fór tú út at fiska og forvinna tær pening. Tú keypti tær bát sjálvur og gekk tað gott hjá tær, inntil tú søkti á skiparaskúla á Fanø. Vit búðu í Esbjerg tey árini, tú sigldi sum fiskiskipari. Fluttu so til Tvøroyrar, har tú sigldi sum skipari, til tú vildi royna okkurt annað. Tað bleiv so til kaifúta.
Í fríløtunum fekst tú við kalvalínu, har vóru okur børn sett til at egna kalvalínu og hjálptu til, har vit kundu.
Eldborg, báturin, og tú eru komnir við nógvum kalva ,og bleiv tað tín leið at keypa og selja til Svøríki. Har afturat stendur tú nú á Vaglinum og selur øll sløg av fiski, og hevur tú gjørt tað í nógv ár. Har onkur børn hava nógv góð minnir frá, tá ið vit hava staðið og selt við tær. Jú, hava okur spurt um hjálp, hava vit øll í sínum lagi fingið tað vit hava spurt um.
Okur ynskja tær ein góðan dag.
Tak er kun et fattigt ord, men takk alíkavæl.
Ynskja Miriam, Benjamin, Majken og Rebekka