Tað er við stórari gleði, eg setist at skriva nakrar reglur um heimið á Selheyggi, har Lena og Palli settu búgv. Hvussu trivaliga hetta heim hevur myndað okkara bygd og okkara land. Tá vit hugsa um Palla, hesa fiskirótina, sum oftani skaraði langt framúr til fiskiskap og skil, tá mugu vit bert takka Gudi fyri eitt slíkt heim sum hjá Lenu og Palla. Tað næsta ættarliðið og tað triða við, tey bregða ikki úr ætt og hava somu fiskieydnu, tað má sigast at vera ein stór gleði.
Palli livdi sítt egna lív. Til eina heimreisu við Polarstjørnuni, komnir eystur um kappan, tá møtti hann Harranum, sum við stóru náði Síni gav Hann honum hjartafrið og eitt ævigt lív. Lena hevði lagt honum eitt Nýggjatestamenti í sekkin henda túrin, sum bar góðan ávøkst.
Nú um dagarnar fór sonur teirra, Kristian Martin, um tey 60, og vilja vit siga hjartaliga tillukku og takk fyri nógvar góðar løtur saman, summar har í køkskrókinum. Jonelisa hevur hugnað um okkum, tá vit saman við dreingjunum høvdu eina løtu um Harrans orð, tær løturnar verða seint gloymdar.
Kristian Martin - at fortelja øðrum her í blaðnum, um øll tey stórverk Harrin hevur unt tær at avrika innan fiskiveiðuna, er heilt óneyðugt. Tað er, sum tað stendur í Bókini, Áps. 26-26, hetta hevur ikki hent í nøkrum avkróki. Vit hava mangan sæð tey søkklatnu skip, tú við tíni manning hevur ført á vánna, tað mugu vit takka Harranum fyri, og síðani er søgan tann sama hjá tær, sum hjá pápa tínum, at tú fanst Kristus á sjónum ella Hann teg, umborð á Klakki á veg til Grønlands. Tað hevur virði, fram um øll onnur virði, tú náddi her á fold, bert ævinleikin skal vísa tað, at hetta var títt besta kast, tá tú fekst Kristus í títt hjarta.
Greta og Levi ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum og siga takk fyri alt, hvat tit hava verið fyri okkum. Enn einaferð bestu heilsu og Guds signing.