Heilsan til føroyavinin Richard Kühle

Vit ynskja tær alt tað besta í komandi árum og hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Heilsan vinir tínir á Frímerkjadeildini




Richard Kühle og er sannur føroyavinur. Hann var formaður í týska
føroyavinarfelagnum í fleiri ár og fekk í lag ymisk tiltøk fyri at kunna um Føroyar, føroysk viðurskifti og føroyskt mál. Lesur hampuliga væl føroyskt og danskt mál. Hann arbeiðir sum urtagarðsmaður í Düsseldorf og hevur frímerki sum ítriv, serliga norðurlendsk.
 
Richard Kühle kemur til Føroya á hvørjum ári at kalla og ferðast kring landið, stundum einsamallur og stundum sjálvur annar ella triði. Onkuntíð hevur hann verið her tvær ferðir sama ár. Soleiðis eisini í ár.
 
Hesa seinnu ferðina er hann komin at halda føðingardag sín í Føroyum.
Hann fyllir runt nú mánadagin 29. mai. Hann er fastur gestur á Frímerkjadeildini, hvörja ferð hann er í Føroyum.