Tvørturímóti er avleiðingin fyri hann av átakinum hjá Apoteksverkinum, at hann nú skal gjalda 4-5 ferðir so nógv fyri sín serstaka heilivág, sum hann gjørdi áður.
Til hetta kann eg siga, at tað var ein fullkomiliga greið fyritreyt frá politiskari síðu, fyri at Apoteksverkið skuldi sleppa at gera hetta átakið fyri at fremja eitt skiftið frá dýrum til bíligan heilivág, at ongin sjúklingar skuldi gjalda meira, men helst minni. Altso, at tað eisini skuldi blíva bíligari fyri sjúklingin. Og ikki dýrari sum Christoffer vísir á í sínum føri.
Hetta er greitt brot á politisku fyritreytina fyri at fremja hetta átakið hjá Apoteksverkinum fyri skifti frá dýrum til bíligari heilivág við samsvarandi góðsku og eginleikum.
Tí vil eg taka upp við politiska myndugleikan á økinum at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag, so skeivleikin, ið Christoffer vísir á, kann rættast.
Við bestu heilsanum.