Heilsan til Bjarna á 85 ára degnum

Sunnudagin 4. oktober rundar Bjarni Dal-Christiansen tey 85 árini.

Bjarni, sum er ættaður úr Havn, vaks upp í gamla miðbýarumhvørvinum í Tórsgøtu. Tað man helst vera sum hýruvognsførara í ein mansaldur, at flestu kenna Bjarna, og tað man ikki vera ov nógv sagt, at Bjarni má roknast at vera ein partur av býarmyndini.


Bjarni er ikki millum teirra, sum ídnastur er at luttaka í alskyns tiltøkum, býurin hevur at bjóða, men trívist best í heimligum umhvørvi, har fólk, sum koma á gátt hjá teimum báðum, Bjarna og Palmu, altíð kenna seg vælkomnan. Altíð blíður og skemtingarsamur hóast hansara stillføra og lítillatna lyndi.


Bjarni hevur altíð vera sera røkin. Tað skal vera ordan í tingunum hjá Bjarna. Perfektionist í odd og egg, vil onkur siga, og hevur hann avtalað okkurt til ávísa tíð, skal tíðin eisini haldast.


Hóast komin nakað til árs, er hann ikki bangin fyri at royna seg við nýggjastu teldutøkni, og hann fær manga løtu at ganga við telduskíggjan, har hann situr og skypar við vinir og kenningar.


Bjarni hevur altíð orku til, og er ikki bangin fyri, at taka eina hond í at hjálpa øðrum, hóast børn, abbabørn og langabbabørn eru eitt og alt hjá teimum báðum, Palmu og Bjarna.


Hjartaliga tillukku við degnum við ynskjum um alt tað besta, og takk fyri tað, tit bæði eru og hava verið fyri meg og míni.


ella