Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, hevur gjørt av at hava ein steðg í valstríðnum, tí heilsan bilar. Ein talsmaður hennara sigur við BBC, at andstøðuleiðarin hevur ov lágt blóðtrýst, og harafturat hevur hon trupulleikar við maganum, sigur hann.
Viðhaldsfólk í tíggjutúsundatali vóru og lýddu á hana á einum valfundi í dag, men hetta var so hennara seinasti valfundur fyribils.
Aung San Suu Kyi stillar upp til eykavalið, sum verður í Myanmar tann 1. apríl. Verður hon vald, er tað fyrstu ferð, at hon fær sæti í tjóðartinginum. Tað er tó avmarkað, hvat hon fær útint har, tí viðhaldsmenninir hjá herovastunum hava tryggan meiriluta í tinginum, sama hvussu eykavalið tann 1. apríl endar, sigur BBC.










