Heilsan noyðir pávan frá

Heilsan er farin at svíkja hjá tí 85 ára gamla Benedikt 16. páva, og tað er orsøkin til, at hann hevur gjørt av at fara frá.

-Eftir at hava rannsakað mína samvitsku yvir fyri Guði fleiri ferðir, eri eg komin til ta ásannan, at orsakað av mínum aldri og svíkjandi orku eri eg ikki longur førur fyri at halda fram, skrivar pávin millum annað í einari fráboðan, sum Vatikanið hevur almannakunngjørt í dag.

Benedikt 16. pávi fer frá tann 28. februar, og síðst í mars skal eftirmaður hansara veljast.

Hetta er fyrstu ferð í 598 ár, at ein pávi sigur seg frá. Seinast var í 1415, tá Gregory 12. legði frá sær.

Benedikt pávi 16. hevur verið leiðari fyri teirri katólsku kirkjuni síðani 2005, tá hann tók við eftir Jóhannes Páll páva, sum doyði tað árið.