Nógv eru tey, ið altíð hava kallað ølið hjá Føroya Bjór Einar´s øl.
Starvsfólkið hevur valt at heiðra stjóran við einum serligum heiðursbryggi, kallað Einar´s Special. Hettar í samband við føðingardagin hjá Einar, og at hann hevur starvast á Føroya Bjór í fleiri enn 40 ár.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, er sonur gamla Einar Waag og Onnu Malenu Joensen úr Sørvági. Pápi gamla Einar, Símun í Vági, var giftur Karin, ættað úr Funningsstovu í Havn. Símun í Vági tók stig til Føroya Bjór og fór at bryggja í 1888. Í dag starvast umleið 40 fólk á Føroya Bjór runt um alt landi.
Einar Waag virkar í dag sum stjóri á eini av elstu fyritøkum í Føroyum, sum hann hevur havt undir hond seinastu 42 árini.
Eftir lokið Studentsprógv, fór Einar undir útbúgving sum bryggjmeistari og fekk hann prógv í Munchen í 1968. Tvey ár seinni, í 1970 tók Einar við sum leiðari á Føroya Bjór bara 23 ára gamal. Í hansara leiðslutíð hevur bryggjaríið ment seg frá einum minni virki til í dag at vera eitt nýmótans ídnaðarvirki.
Einar giftist Elisu Holm úr Havn í 1974, og eiga tey dóttrina Anniku.
Einar hevur altíð verið virkin, har íðnaðurin er galdandi, og hann er sera nærlagdur, tá tað kemur til góðsku. Tí er ikki so løgið, at Einar´s øl eisini hevur fingið góð skoðsmál uttanlands.
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri gott samstarv.
Ynskja,
---------------------
Starvsfelagar á Føroya Bjór
---
Einar´s Special (Fakta um ølina)
Einar´s Special er ein gylt bjór við góðari samanseting av fleiri ymiskum maltsløgum, humlu og tí besta savnað úr føroysku nátturuni.
Einar Waag hevur ein serligan tokka og stóra vitan um føroysku nátturuna, fuglar, plantur og alt livandi. Tí hava starvsfelagarnir á Føroya Bjór valt føroysku náttúruna sum íblástur til Einar´s Special.
Í fjør varð savnað eitt úrval av urtum og plantum úr føroysku náttúruni, hettar gevur Einar´s Special eitt eykað krydd.
Bert ein avmarkað nøgd er bryggjað fyri at heiðra Einar Waag á føðingardegnum.