Hoyra í fjølmiðlunum, at tit kanska fara at broyta navn floksins, tí nøvnini, Miðnámsflokkurin og Miðflokkurin líkjast ov nógv. Uttan iva er tað rætt, men hvat við at leggja flokkanar saman?
Støða okkara til høvuðsmál Miðnámsfloksins er so lík, at vit í felag eiga at kunna náa langt móti málinum- herundir avgerandi at bøta um umstøður teirra lesandi í Hoydølum.
Longu í 2001 legði undirritaði, saman við Jákup Sverra Kass og Kristjan Magnussen, uppskot fyri Løgtingið um at byggja nýggjan studentaskúla í Hoydølum. Uppskotið er dagfest 23. januar 2001, tit finna tað á heimasíðu Løgtingsins sum nr. 53 tað tingárið (sera áhugaverdur lesnaður!) Uppskotið varð tó felt, 11 atkvøddu fyri, ein var blonk og 16 atkvøddu ímóti.
Teir 18 mðr. Miðflokkinum untist at sita í samgongu, frá 2002 til 2004, virkaðu vit fyri at fáa studentaskúla bygdan í Marknagili. Hevði samgongan sitið fáar mánaðir afturat, hevði byggingin verið byrjað, men tíverri legði hon frá sær í ótíð. Og samgongan, ið tók yvir, steðgaði tíverri øllum ætlanum um at byggja studentaskúla í miðstaðarøkinum.
Lat okkum finna saman og virka fyri felags málum okkara, m. a. bygging av studentaskúla í Hoydølum ella í Marknagili og dagføring av skúlaverki og lestrarskipan okkara.