Malta, Hirtshals 08-08-2006
Lag: Av øllum teim snekkjum
Mítt hjarta, tað heitt fyri sjómonnum slær,
teir stuðlar so sterkir her standa.
Av havinum inn mangan stertin hann bar,
tó skútan, hon rann djúpt í vanda.
Men gleðin var stór, tá ið avreitt her var,
nú leiðin til hús, heim hann gongur.
Her børnini gleðast, og hjarta lætt slær,
í stovuni skjótt ljóðar songur.
Almátti Gud, Hann her heimið væl sær,
tá bønin mót Himlinum stígur.
Í tøkk fyri dagin, sum eydnaður var,
Guds barnið til kníggja her nígur.
Nú hvílir Guds friður í lonini trygt,
tó aftur til verka skal farast.
Ja, havsbylgjan ikki á stabbar er bygd,
tí má hvør ein íða her lærast.
Tað størsta av øllum, sum lærast her kann,
er Frelsaran sjálvan at kenna,
sum stríddi á krossi og sigurin vann,
tá blóð Hans har strítt mátti renna.
Billettin til Himmalin goldin nú er
til hvønn tann, ið hana vil taka.
Í trúnni hon trygt teg til heimlandið ber.
Tú mást ei tann kjansin her vraka.
Levi Joensen