Góð lívsráð, sum Albert Einstein skrivaði á eitt pappírsark í 1921, vóru í gjár seld fyri umleið 10 milliónir krónur á einari uppboðssølu í Ísrael.
Týski vísindamaðurin skrivaði ráðini á ein pappírslepa, sum hann gav einum ørindadreingi á Hotel Tokyo í Japan. Hetta gjørdi Einstein, samstundis sum boðini komu um, at hann fór at fáa Nobel heiðurslønina.
– Eitt friðarligt og lítiðlátað lív gevur meira gleði enn jagstranin eftir suksé og tann ófriður, sum fylgir við, skrivaði Einstein á pappírið.
Orsøkin til, at ørindadrongurin fekk pappírsarkið var, at Einstein vildi geva dronginum eitt oyra, men hevði einki uppi á sær. Tí skrivaði hann honum eina heilsan á eitt pappír ístaðin.
– Hetta verður einaferð nógvar pengar vert, segði Einstein við ørindadrongin – og rætt fekk hann.










