Heilsaðu Obama við bumbu

Í minsta lagi seks fólk doyðu, tá ein bilbumba brast uttan fyri eitt gistingarhús í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í morgun, har umboð fyri eitt nú ES og ST plaga at gista. Sambært myndugleikunum var talan um eina sjálvmorðsbumbu.

Beint aftan á spreingingina vóru skotbardagar millum afghanskar stjórnarhermenn og menn hjá Taliban, sum royndu at leypa á gistingarhúsið. Fyri tveimum tímum síðani kunngjørdi NATO, at álopsmenninir vóru deyðir, og at álopið var av.

Nakrar fáar tímar undan bumbuspreingingini og álopinum var amerikanski forsetin, Barack Obama, farin úr Kabul. Taliban sigur, at bumban var teirra heilsan til amerikanska forsetan, nú hann var í landinum.