Heilsa til Henry Jarnskor

Ein Heilsan til Henry Jarnskor á sínum
70 ára fø?ingardegi tann 06. august 2003

Oh Henry, Oh Henry, Tillukku í dag,
Tú sjeyti ár ert og í fagrasta lag.
Vit ynskja tær alt gott og frøðast við tær,
At fagnast av teimun ið tú hevur kær.

Oh Henry, Oh Henry, tey árini mong,
Tað sær bert so út, sum at tíðin er long,
So ungur í sinni, og lættur á fót,
Úr Gøtu væl útborðin, har var tín rót.

Oh Henry, Oh Henry, tey ungdómsins ár,
Tá tú fórst til skips, enn tað er sum í gjár.
Og mong ár tú sigldi so víða um høv,
langvegis um havið og strendur og nøv.

Oh Henry, Oh Henry, nógv minnist væl til,
Tá ætlan tú skifti og keypti tær bil,
Nú hevur busskoyring tú haft langa tíð,
Vi? tær mangur koyrdi um dalar og líð.

Oh Henry, Oh Henry, tær dámar so væl
Á fótbóltsdyst ganga og síggja gott spæl.
Tú fylgir við landsliðinum hvar enn tað fer,
Um heima teir spæla, um úti í verð.

Oh Henry, Oh Henry, á Naina var gott
Vælkomin frá fyrst av vit komu á gátt.
Vi? sangi og tónleiki tíðin hon rann,
Og skjótt gingu dagarnir, ta? sannast kann.

Oh Henry, Oh Henry, tú takk hava skal
Fyri løturnar góðar, tað var ei so væl,
Á høkjum eitt fylgi, vit haltaðu øll,
Men látur og skemt hoyrdist víða um vøll.

Oh Henry, Oh Henry, tú bragdligast gekk,
og okkum so skjótt út at ganga tú fekk,
Ein túr í plantasjuna, tað gjørdi gott,
Har eingin seg keddi, og tíðin gekk skjótt.

Og Henry, Oh Henry, vit gloyma ei teg,
Og ynskja at Harrin tær fylgja á veg,
Fyri teg og øll tíni, vit ynskja alt gott.
Guðs signing má verða á degi og nátt.

K.V.A.