Sutt fyri klokkan tíggju í gjárkvøldið fóru Christer Fuglesang og Robert Curbeam úr rúmdarferjuni Discovery, og teir næstu seks tímarnar og 36 minuttirnar arbeiddu teir báðir uttan fyri ferjuna og altjóða rúmdarstøðina ISS.
Sjónvarpsmyndir frá rúmdarumsitingini NASA vístu, hvussu teir báðir festu ein stóran lut uttan á rúmdarstøðina. Stundum vóru teir heilar 60 metrar frá lúkuni á Discovery. Heilt leysir vóru teir ikki, tí ein trygdarlína var millum teir og Discovery.
Discovery fleyg við 28.000 kilometra ferð um tíman, og hon brúkti sostatt umleið hálvan annan tíma til eina rundferð um Jørðina. Tað bar í sær, at tað var fleiri ferðir dagur og nátt, meðan teir báðir rúmdarmenninir vóru uttanfyri.
Stutt fyri8 klokkan trý í nátt vóru Christer Fuglesang og Robert Curbeam lidnir við arbeiðið. Tá hann fór innaftur, sendi Fuglesang eina heilsan niður á Jørðina á svenskum:
-Teir seinastu fýra dagarnir hava verið heilt ótrúligir. Eg vóni, at onnur fara at gera sum eg. Kanska verða tey við til at byggja eina mánastøð, segði tann 49 ára gamli sviin, sum skal úr Discovery eina ferð afturat til arbeiðis í rúmdini.










