Tað er í umbúnað at skipa fyrilestrar, fundir og demonstratión og skeiðvirksemi í Tórshavn við vitjanum úr Danmark. Tað verður tá møguligt at útbúgva føroyingar, ið eru málkønir í enskum, ið er ein fyritreyt. Tað verður eftir hetta skipað fyri, at hvør einstakur viðgerari kann arbeiða sjálvstøðugt innan egnu familju og umhvørvi.
Tað verður í samband við tær kronisku og álvarsomu sjúkur, ið alternativar viðgerðarstovur í Danmark hava góðar royndir av. Tað er í hesum sambandi, at ein sær møguleikan av, at vit føroyingar í felag kunnu lyfta og náa eitt hægri heilsustøði úti á bygd og bý um alt landið. Tað er í tí sambandi, at ein hevur faldarar á enskum og donskum, ið ein skal nýta at kunna føroyingar um alternativar viðgerðarháttir og skeiðvirksemi.
Tað hevur eisini týdning at fáa broytt hugsjónir og hugburðir til kost og lívsvanar, og fáa økt reinføri í dagliga húsarhaldinum. Tað er millum annað at kunna seg um innihaldið í øllum forbrúksvørum, og fáa avmarkað øll tilsetingarevnir og litevnir, ið eru atvoldin til tær nógvu kronisku og álvarsomu sjúkurnar. Tað verður eisini kunnað øllum felagsskapum og ráðum um alternativar viðgerðarháttir, og skeiðvirksemi og kostnaðin av teimum, og her er nógvur peningur at spara fyri føroyska samfelagið.
Hans Birgir Hansen