Heilivágurin dýrkar í morgin

Fyri at apoteksverkið ikki skal hava undirskot við árslok, verður kostnaðurin á heilivági hækkaður eitt vet í morgin ? áleið tvey prosent. Tað boðar Heilsumálaráðið frá.

Heilsumálaráðið sigur, at nýggja skipanin við tvungnum umbýti til bíligasta heilivág hevur veruliga tikið dik á seg í ár og tí er neyðugt at hækka kostnaðin soleiðis, at Apoteksverkið ikki hevur eitt undirskot við árslok.

Tá borgari keypir heilivág, ið lækni hevur skrivað á resept, hevur Apotekið skyldu at útflýggja bíligasta heilivágin við sama innihaldi.

Heilsumálaráðið sigur, at nýggja tilskotsskipanin frá í vár ásetur, at sum meginreglu fáa fólk bert stuðul til bíligasta heilivágin og tí eru nógv farin at nýta sonevnda samheitaheilivágin. Samstundis er ein røð av nýggjum bíligari heilivági komið á marknaðin, tí patentini hjá fleiri heilivágsfyritøkum eru útgingin.

- Tá heilivágur í heila tikið gerst bíligari fyri vanliga føroyingin merkir tað hinvegin, at umsetningurin hjá Apoteksverkinum minkar samsvarandi. Umsitingarligu skyldurnar eru tó tær somu ella heldur øktar. Fyri at Apoteksverkið ikki skal hava undirskot við árslok er neyðugt at hækka prísin eitt vet. Samlað hækkar prísurin fyri heilivág tann 1. juli á leið tvey prosent.

Heilsumálaráðið leggur aftrat, at loft framvegis er fyri hvussu nógv tú kanst gjalda fyri heilivág. Børn undir 18 og eldri yvir 67 gjalda ongantíð meira enn 1.195 krónur um árið fyri tilskotsheimilaðan heilivág og onnur ongantíð meira enn 1.600 krónur.