Sambært løgregluni eru innbrotini framd á miðjari nátt. Umborð á Vesturvarða er medisinkistan stolin, í bilinum hjá kommunulæknanum er læknataskan stolin og hjá tannlæknanum høvdu brotsmennirnir tikið ein pengakassa, sum tó var tómur.
- Ongin ivi er um, at hetta eru misnýtarar, sum eru upp á spæl, sigur Jógvan Páll Joensen, politistur í Vágum.
Tjóðarnir hava fingið fatur á eitt sindur av heilivági, í stóran mun pínudoyvandi evni.
Vágaportalurin skrivar, at ein steinur varð tveittur gjøgnum síðurútin á bilinum hjá kommunulæknanum, har læknataskan stóð.
Politiið í Vágum sigur, at har eru nøkur spor at ganga eftir, men, at ongin er handtikin enn.
- Í Havn er vanligt, at skipini hava vakt gangandi um náttina. Men tað er ikki so vanligt her vesturi, sigur Jógvan Páll Joensen.
Av tí, at innbrotini eru framd um náttina, eru ongi vitni til tilburðirnir.










