Heilivágur og rúsdrekka tóku lívið av Whitney Houston

Eftir at tað varð kunngjørt, at poppstjørnan Whitney Houston í nátt varð funnin deyð í einum hotelkamarið í Los Angeles, er nógv slatur komið fram í miðlarnar.

 

Whitney Houston er uttan iva ein tann størsta songkvinnan nakrantíð, og júst hetta ger eisini, at heimurin syrgir deyða hennara í dag.

 

Nógv slatur hevur verið frammi, og nú skrivar heimasíðan tmz.com, at Whitney Houston nýtti rúsevni Xanax, sum er heilivágur fyri fólk, sum eru fjálturstungin og hava sálarligar trupulleikar. Hetta sigur heimasíðan seg vita frá fleiri familjulimum hjá Whitney Houston.

 

Xanax fæst einans við resept.

 

Whitney Houston varð funnin deyð í sínum baðikarið í hotellinum Beverly Hilton í Beverly Hills. Vitni vilja verða við, at songkvinnan var í veitslu dagin fyri, og drakk stórar mongdir av rúsdrekka

 

Og sambært tmz.com kann blandingin av Xanax og rúsdrekka elva til, at fólk verða doyvd, og heimasíðan heldur tí, at tað er hetta sum hevur tikið lívið av songkvinnuni.

 

Løgreglan í Beverly Hills kannaði hotelkamarið hjá songkvinnuni, og hóast nógv gløs við tablettum vóru í kamarinum, so vóru eingi ólóglig rúsevni at finna.

 

Tað er neyvan nøkur loyna, at Whitney Houston hevur havt rúsevnis trupulleikar seinastu mongu árini. Og tí verður eisini dúgliga gitt um, at tað var hetta, sum tók lívið av songkvinnuni. Enn kann tó einki staðfestast. LA Times veit tó at siga, at songkvinnan uppførdi seg løgið, tá ið hon hósdagin var til ljóðroynd hjá Brandy og Monica, sum skuldi framføra til eina veitslu í samband við Grammy Awards. LA Times skrivar, at her var songkvinnan avgjørt ávirkað av rúsdrekka, og var ógvuliga ófantalig og løgin.