Heilivágur móti svínakrími uttan resept

Hósdagin kunnu fólk í Noregi, sum kenna seg sjúk, fara á apotekið og keypa tamiflu og relenza - uttan resept. - Hetta er eitt týdningarmikið átak, sigur norskur ráðharri. Kendi heilivágurin móti svínakrími - tamiflu ? verður frá hósdegnum seldur á norskum apotekum uttan resept. Tað verður heilivágurin relenza eisini. Sagt verður, at hesi sløg av heilivági virka fyribyrgjandi móti krími.

Tað er norska Helse-og Omsorgsdepartmentet, sum í dag boðaði frá hesum í tíðindaskrivi.

Frá hósdegnum at rokna verða hesi sløg av heilivági móti svínakrími soleiðis latin uttan resept - men ikki heilt uttan treytir.

- Hetta er eitt týdningarmikið átak, sum kemur at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á hesum heilivági, og sum tískil eisini kemur at gera tað lættari at fyribyrgja svínakrími, sigur norski heilsu-og umsorganarráðharrin, Anne-Grethe Strøm-Erichsen.

Skipanin er galdandi fyri sjúklingar sum hava krímsjúku, fólk, sum ansa øðrum, ið hava krímsjúku og fyri fólk í vandabólkinum sum eru útsett fyri smittu.

Heilivágurin kann heintast av sjúklingi ella av øðrum, sum heinta hann fyri sjúklingin. Tá heilivágurin verður heintaður, skal latast inn eitt útfylt oyðiblað til apotekið. Hesi oyðibløð kunnu heintast á heimasíðuni www.pandemi.no.

Viðgerð við tamiflu og relenza kann stytta um sjúkutíðina og kann eisini minka um vandan fyri øðrum trupulleikum undir sjúkraleguni.