Á hvørjum ári doyggja tríggjar milliónir fólk av malaria, men nú koma tvey nýggj sløg av heilivági, sum fara at bjarga teimum flestu sjúklingunum.
Tað eru serfrøðingar hjá Drugs for Neglected Diseases Initiative, sum hava ment nýggja heilivágin, og tað áhugaverda við honum er, at hann kostar bara helmningin av tí, sum malariaheilivágur nú kostar. Tað ger, at í framtíðini fer tað at kosta 15 krónur at lekja eitt vaksið fólk og sjey krónur at lekja eitt barn.
Felagsskapurin Læknar uttan Landamark hevur staðið fyri arbeiðinum, og felagsskapurin væntar, at tað fer at bera til at lekja 24 milliónir sjúklingar um árið við nýggja heiliváginum. 43 lond hava játtað at brúka tann nýggja heilivágin, og 15 lond hava longu tikið hann í brúk.
Malaria ger serliga um seg í londunum sunnan fyri Sahara. Læknar uttan Landamark sigur, at har doyggja tvey børn um minuttin av sjúkuni.