Á samkomu í Norðurlandahúsinum í dag varð kunngjørt, at NámX á Eysturskúlanum er FM-vinnari í íverksetan.
Seks flokkar kappaðust um FM-heitið, 9. og 10. flokkar.
Vinnandi flokkurin nevndi seg fyritøkan LSG, sum skuldi framleiða eitt blóðtynnandi evni, heparin, ið brúkt verður í viðgerðini av fólki, sum hava havt blóðtøpp.
Heilivágurin kann framleiðast úr laksaslógvi, sum vit hava nógv av í Føroyum og fyri tað mesta verður tveitt burtur.
Næmingarnir høvdu leitað sær upplýsingar bæði frá Bakkafrost og frá Tjaldurs Apoteki og løgdu verkætlanina fram við videofilmi.
- Tað var einastandandi, so væl allir flokkarnir dugdu, sigur Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetanarhúsinum, sum stendur aftan fyri kappingina.
Hóast kappingin var eitt spæl, tóku næmingarnir uppgávuna í størsta álvara.
Vinnararnir fingu eina peningagávu frá BankNordik, gávur frá Føroya Tele og heiðursbræv frá Íverkstenarhúsinum.
Í dómsnevndini sótu Tór Verland Johansen í BankNordik, Jónhild Rasmussen í Føroya Tele og Kitty May Ellefsen fyri Íverkssetanarhúsinum.
Myndina tók Bárður Lydersen









