Heilir býir eru javnaðir við jørðina

Teir fyrstu bjargingarmenninir, sum komu til økið, har jarðskjálvtin hevði miðdepil, fingu eina ræðandi sjón at síggja

-Hetta er ræðuligt. Í summum býum er ikki eitt einasta hús eftir. Øll eru rapað, og býirnir eru stutt sagt javnaðir við jørðina, sigur talsmaðurin hjá teirri serligu løgregludeildini, sum stendur fyri bjargingararbeiðinum eftir tann ógvusliga jarðskjálvan fyrradagin.

 

Myndugleikarnir í Beijing kunngjørdu í morgun, at teir høvdu biðið herin senda 30.000 hermenn afturat til vanlukkuøkið. Frammanundan vóru 20.000 hermenn við í bjargingararbeiðinum, og hildið verður, at nú eru bjargingarfólkini umleið 100.000 í tali.

 

Men bjargingararbeiðið er nógv darvað av oyðiløgdum vegum og brúm, og nógvastaðni er eingin streymur. Myndugleikarnir høvdu ætlanir um at lata flogfør tveita neyðhjálp niður, men tað mátti avlýsast, tí veðrið er so vánaligt.

 

Almennu fjølmiðlarnir siga, at í umleið 7.700 av teimum 10.000, sum búðu í býnum Yingxiu, eru deyð, og miðlarnir siga, at fleiri býir eru stutt sagt fullkomiliga lagdir í oyði. Alment verður sagt, at umleið 14.000 fólk eru deyð, men tað talið verður nógv størri, tí nógv túsund eru ikki komin afturíaftur. Í morgun ljóðaði, at bara í býnum Mianyang eru 19.000 fólk jarðað undir húsaleivdunum.