Heilin hjá Klopp til Arsenal?

Maðurin, sum Jurgen Klopp, sjálvur kallar fyri heilan aftanfyri fótbóltin hjá sær, verður í dag settur í samband við Arsenal

Í gjár byrjaðu tíðindi at ganga um, at maðurin, sum Jurgen Klopp, sjálvur hevur kalla fyri ”heilan” aftanfyri typuna av fótbólti sum feløgini hjá Jurgen Klopp spæla – Zeljko Buvac – fer í farloyvi restina av kappingarárinum.

 

Les eisini: Órógv í Liverpool

 

Tá ljóðaði at talan var um persónliga orsøk hjá Zeljko Buvac, men í dag eru nýggjar meldingar komnar. Pravda BL í Bosnia, sum er landið, sum Zeljko Buvac kemur frá, skrivar í øllum førum, at orsøkin til at Zeljko Buvac fer í ”farloyvi” er tí, at hann hevur gjørt avtalu við eitt annað felag.

 

Pravda BL skrivar, at Zeljko Buvac, hevur gjørt avtalu við Arsenal um at yvirtaka venjarastarvið fyri Arsene Wenger til næsta kappingarár. Hóast talan bert er um leysasøgur, sigur bosniski miðilin seg vera sikran í síni sak.

 

Zeljo Buvac, ið als ikki fyrr hevur verið nevndur sum avloysari fyri Arsene Wenger, er í dag tí vorðin størsti favoritturin til at yvirtaka venjarastarvið hjá teimum ymisku veddingarfyritøkunum, ið bjóða út at spæla uppá næsta Arsenal venjaran.

 

Á liðnum hjá Arsenal eru í løtuni tveir leikarar sum spældu undir Jurgen Klopp og Zeljko Buvac í Dortmund. Teir eru Henrikh Mkhitaryan og Patrick Aubameyang, sum báðir komu til Arsenal í januar. Tað kundi verið enn ein ábending um, at nakað kundi verið í søguni um nýggja Arsenal venjaran.