Khalid Sheikh Mohammed, sum sambært amerikanarunum var heilin aftan fyri yvirgangsatsóknina 11. september í 2001, skal fyri ein hernaðardómstól í Guantanamo-leguni í Kuba. Tað sigur ein amerikanskur embætismaður við Reuters, og sambært embætismanninum fer Eric Holder, løgmálaráðharri, at almannakunngera avgerðina hvørja løtu.
Fyri tveimum árum síðani segði Eric Holder, at hann vildi hava Khalid Sheikh Mohammed og fýra aðrar menn fyri ein sivilan dómstól í New York. Tað elvdi til nógv kjak, tí fleiri settu spurnartekin við, um fólk, sum verða ákærd fyri yvirgang, skulu hava somu rættindi sum onnur.
Khalid Sheikh Mohammed varð tikin í Pakistan í 2003, og síðani hevur hann verið í Guantanamo-leguni.