Heili átta tilburðir av koronu í gjár

Í fýra førum er smittukeldan ókend, sigur landslæknin

Í gjár vórðu átta nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin sigur, at øll fólkini eru smittað í Føroyum. Í fýra førum er smittukeldan kend, í hinum fýra førunum er smittukeldan ikki kend.

 

Í gjár vórðu 1.200 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 49 smittað í Føroyum og 169 fólk eru í sóttarhaldi. Í gjár vórðu 238 fólk koppsett - 116 fólk fingu ta fyrru sproytuna og 122 fólk fingu ta seinnu og eru liðugt koppsett. Í gjár vóru fólk í Sundalagnum og koppsettu og har vórðu tilsamans 89 fólk koppsett á Eiði og í Skúlanum við Streymin.

 

Nú hava 37.765 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað eru 70,5 prosent av fólkatalinum, og 84,3 prosent av teimum yvir 12 ár. 35.869 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Tað eru 66.9 prosen av fólkinum og 80 prosent av teimum, sum eru yvir 12 ár. Tey, sum undir 12 ár, verða ikki koppsett.