Í gjár vórðu heili 19 nýggir tilburðir av koronu staðfestir afturat. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Hann sigur, at 17 av teimum eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Men í løtuni er tað óvist, hvussu tvey fólk, ið bæði búgva í Føroyum, eru smittað. Men tey eru øll avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 601 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 66 fólk smittað í løtuni. Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya við koronu.